OY Barr, bryggjarí, sjopp og matstað.

Shop
Monday - Thursday 11.30 - 17.30
Fríday 10 - 19
Saturday 10 - 16

Tap room & food hall
Wednesday - Thursday 11.30 - 22
Friday - Saturday 11.30 - 24
Sunday - 14 - 20
Kitchen is open 11.30 - 20

🗞️📰🍺
22/08/2026

🗞️📰🍺

OY vil vera meira enn eitt bryggjarí. Á Falkavegi skulu øl, matur, tónleikur og býarlív møtast undir sama taki.

21/08/2026

hOYr heyst 🍂

Kekka okkara feitu heystskrá út á https://oy.fo/tiltok 🍻

Vit síggjast 🔥

Njót heystið í glasinum, á tallerkinum – og í OYrunum 🍂Hvat ætlar tú at lurta eftir í heyst?Tryggja tær atgongumerkir á ...
21/08/2026

Njót heystið í glasinum, á tallerkinum – og í OYrunum 🍂

Hvat ætlar tú at lurta eftir í heyst?
Tryggja tær atgongumerkir á oy.fo

GØ í OY fríggjakvøldið kl. 21 🎼Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæl...
19/08/2026

GØ í OY fríggjakvøldið kl. 21 🎼

Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í somu rebelsku tilgongdini, tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ.

Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Konsertin er ókeypis.

OYN MASKINTEKNIKARI TIL OY 🍺Vilt tú hava ábyrgd av okkara tappilínu og teknisku útgerð?Vit í OY leita eftir einum røskum...
14/08/2026

OYN MASKINTEKNIKARI TIL OY 🍺

Vilt tú hava ábyrgd av okkara tappilínu og teknisku útgerð?

Vit í OY leita eftir einum røskum og tekniskt áhugaðum starvsfelaga til okkara framleiðslu.

Sum maskinteknikari verður tú ein týdningarmikil partur av okkara dagliga rakstri. Tú kemur at hava høvuðsábyrgd av tappilínuni og øðrum maskinum í framleiðsluni, og tú skalt tryggja, at útgerðin altíð er væl røkt og koyrir so væl sum gjørligt.

ARBEIÐSUPPGÁVUR

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a.:
• Dagligt eftirlit, røkt og viðlíkahald av tappilínuni og øðrum maskinum
• At tryggja, at framleiðslan koyrir støðugt og effektivt
• At bíleggja, keypa eykalutir og annað, sum er neyðugt til maskinurnar
• At samstarva tætt við framleiðslutoymið
• At vera við til at menna og betra arbeiðsgongdir og viðlíkahald
• At tryggja, at arbeiðið verður gjørt á ein tryggan og røknan hátt

VIT LEITA EFTIR TÆR, SUM

• Hevur góðan tekniskan áhuga og dámar at arbeiða við maskinum
• Er røkin, ábyrgdarfullur og sjálvstøðugur
• Hevur gott eyga fyri tekniskum trupulleikum
• Dugir at arbeiða skipað og hevur gott yvirlit
• Dugir væl at samstarva við onnur

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur tekniska útbúgving ella royndir innan mekanikk, maskinviðlíkahald, framleiðslu ella líknandi. Tað er tó ikki ein tørvur. Men tað týdningarmesta fyri okkum er, at tú hevur rætta hugburðin, ert arbeiðssamur og hevur áhuga í at fáa maskinurnar at koyra.

EITT FJØLBROYTT OG ÁBYRGDARFULT STARV

Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einum bryggjaríi, har eingin dagur er heilt eins. Tú fært stóran leiklut í okkara framleiðslu og møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd fyri okkara teknisku útgerð.

Tú verður partur av einum dugnaligum og hugnaligum toymi, har vit leggja dent á gott samstarv, góðsku og at fáa tingini at rigga.

Starvsstaður: Falkavegur 4, Tórshavn
Starvsbrøkur: Fulltíðarstarv
Starvsbyrjan: Eftir avtalu
Løn: Eftir avtalu
Umsóknarfreist: 24. august 2026

UMSÓKN

Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Óla Restorff Hansen, stjóra, á 782202.

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til [email protected]

🔥 hOYr Mother Boy á OY fríggjadagin kl. 21 🔥Tey spæla modernaðan jazz, við einum norðurlendskum dámi, har vibrafon, alts...
03/08/2026

🔥 hOYr Mother Boy á OY fríggjadagin kl. 21 🔥

Tey spæla modernaðan jazz, við einum norðurlendskum dámi, har vibrafon, altsaxofon, bass og trummur geva eitt glitranti og bjart ljóð, við eini rútmiskari grund ✨

Konsertin er ókeypis!

Nú er ballið búið! Takk fyri enn eina góða ólavsøku! 🇫🇴
30/07/2026

Nú er ballið búið! Takk fyri enn eina góða ólavsøku! 🇫🇴

Góða ólavsøku øll somul! 🎈🇫🇴🍺
28/07/2026

Góða ólavsøku øll somul! 🎈🇫🇴🍺

SJOPPIN er opin soleiðis á ólavsøku:27. juli frá 10:00 – 19:0028. juli frá 10:00 – 14:0029. juli stongt30. juli stongt31...
27/07/2026

SJOPPIN er opin soleiðis á ólavsøku:

27. juli frá 10:00 – 19:00
28. juli frá 10:00 – 14:00
29. juli stongt
30. juli stongt
31. august frá 10:00 – 17:30

MATSTOVA/BARR er opin soleiðis á ólavøsku:

27. juli stongt
28. juli stongt
29. juli stongt
30. juli stongt
31. august frá 11:30 – 24:00 (konsert)

Góða pride og ólavsøku! 🍻🏳️‍🌈🇫🇴

Adresse

Falkavegur 4
Hoyvík
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når OY sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til OY:

Genveje

Del

Type