Varmakeldugardurin

Varmakeldugardurin Farm visit and farm- to table resturant. Dairy farm and sheep farm. A farm where a lot is happining

Høvuðsvinnan hjá Varmakeldugarðinum er mjólkaframleiðsla, tó eru onkrar hjávinnur, so sum vit selja vøru, sum garðurin letur av sær. Eisini er møguleiki at koma á garðsvitjan, har ein vitjar mjólkifjósið. Eisini er møguleiki at keypa ein drekkamunn, frokost ella døgurað, tað sum tey vitjandi ynskja, saman við garðsvitjanini.

27/03/2026

Fríggjadagsskemt á garðinum 😂
Hvar er tyggigummið farið?

23/03/2026

Viðhvørt virkar tað sum mánadagurin er sera skjótt aftur mánadagur.
Mánadagur er nevniliga dagurin, tá bóndakonan tekur skrubbu og vaskibustir fram fyri at vaska mjólkirobottin.
Og so var aftur í morgun.
Deiligt tá tað er gjørt. Og robotturin sær aftur reinur út 🤩

Í dag hevur MBM havt aðalfund. Janus hevur sitið í nevndini í 18 ár og stóða fyri valið í ár. Hann valdi at stilla uppaf...
20/03/2026

Í dag hevur MBM havt aðalfund. Janus hevur sitið í nevndini í 18 ár og stóða fyri valið í ár. Hann valdi at stilla uppaftur og bleiv afturvaldur saman við Dánjal og Rasmus.
Hetta viðførdi so at nevndin er tann saman sum undanfarna árið. Sigert er afturvaldu formaður. Og Ólavur er afturvaldu næstformaður.
Í fleiri ár hevur MBM latið viðurslønir fyri Best mjólk og Best røkta garð.
Í ár fekk
Eyðun Vang í Kaldbak 1. Viðursløn fyri bestu mjólk.
2. Viðursløn fyri Bestu mjólk fingu vit á Varmakeldugarðinum
3. Viðursløn fyri bestu mjólk fekk Regin Borðoy millum Fjarða

Viðuslønin fyri Best røkta garð fingu vit á Varmakeldugarðinum

Sum eitt stórt yvirraskilsi gav MBM bóndakonuni eina heilsan, sum takk fyri hennara íkast við at lýsa neytahald og føroyskan landbúnað á sosialum miðlum. Ikki sørt at bóndakonan bleiv heilt rørd av heilsanini. Takk fyri heilsanina, MBM ❤️

Vit vilja minna á tiltakið Seyðaprát, sum verður nú hósdagin kl 19.00Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøldUm tað er o...
16/03/2026

Vit vilja minna á tiltakið Seyðaprát, sum verður nú hósdagin kl 19.00
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld

Um tað er onkur, sum hevur teknað seg, men sum ikki fær komið, um at boða frá, tí tað eru onkur, sum eru á bíðilista 😊

Í dag hava systur, svigerinna og vinkonur tikið ræðið á degnum hjá einum av okkara húskalli, sum eisini er okkara yngsta...
07/03/2026

Í dag hava systur, svigerinna og vinkonur tikið ræðið á degnum hjá einum av okkara húskalli, sum eisini er okkara yngsta dóttir.
Hon skal nevniliga giftast við Dánjal Jóhann 2. mai.
So um tit eru í Havn í dag, kanska tit møta hesari fittu gentu. Hon gevur fingið onkrar uppgávur, sum hon skal loysa gjøgnum dagin.
Havið ein góðan dag tit allar 🥰❤️🥰

05/03/2026

Mjólk er góð 🥛

Mjólk er náttúrlig, rein og full av góðum tilfari. Hon gevur styrki til beinini, orku til dagin – og er góð fyri magan hjá mongum.

Vit merkja, at fólk drekka minni og minni mjólk. Tað er synd, tí mjólk hevur verið ein natúrligur partur av føroyskum mati í ættarlið.

Kanska er tíðin komin at seta mjólkina aftur á borðið?

Mjólk er góð. 🤍🐄

Starvsfólkaútferðir Vit kunnu hjálpa við at gera ein starvsfólkadag á Varmakeldugarðinum. Mat, gongutúr og matpakkar.Sen...
05/03/2026

Starvsfólkaútferðir
Vit kunnu hjálpa við at gera ein starvsfólkadag á Varmakeldugarðinum. Mat, gongutúr og matpakkar.
Send okkum ein fyripurning.

Seyðaprát er fult teknað, sum nú er.
28/02/2026

Seyðaprát er fult teknað, sum nú er.

27/02/2026

Túrurin í Danmark endaði í dag við, at vit vóru og vitjaðu ein bónda í Vojens í dag. Hann vísti okkum sína McHale ballupressu, fingu kaffi og smákøkur, og endaði vitjanin í fjósinum, har vit sóu slagtineytini hjá honum.
Sjálvandi hildu allir bóndirnir at súrhoyggjballan luktaði himmalst.
Ein deiligur og ikki minst stuttligur túr í Danmark saman við góðum fólki.

Seyðaprát19. Mars kl 19.00 skipa vit fyri einum tiltakið, sum vit kalla Seyðaprát. Frits Johannesen plagdi í sínari tíð ...
26/02/2026

Seyðaprát

19. Mars kl 19.00 skipa vit fyri einum tiltakið, sum vit kalla Seyðaprát.
Frits Johannesen plagdi í sínari tíð at hava eitt tílíkt kvøld einaferð um árið. Og er ætlanin at hava tiltakið í sama anda.
Tað koma 3 bøndir at siga frá teirra seyðahaldið, og hvussu teir reka tað.
Tað verður kaffi/te og kaka at fáa
Tiltakið kostar 125 kr
Tilmelding á varmakelda@gmail com ella ringja/smsa á tlf 227836

G.G Tað er avmarka pláss

Adresse

Norðragøta
512

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Varmakeldugardurin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del

Type