Dúvugarðar eru 25merkur til støddar og er í trimum, Dúvugarðahagi, Við Svartá fyri niðan, ið bleiv lagt afturat festinum í 2014 og Kvíggjarhamarshagi ið var lagdur afturat garðinum í 2015 Hagarnir Dúvugarðahagi og Við Svartá fyri niðan eru einbýttir festihagar og kvíggjarhamarshagi er felagshagi har 8 gyllin eru ogn
Á festinum standa gomlu festihúsini, sum í dag verða víst fram sum fornminni og er væl kent millum manna. Uttanum standa tilhoyrandi bygningar s.s. hjallar, gróthús, hoyggjhús, gásarhús v.m.
Á garðinum eru umleið 700 áseyðir. Dúvugarðahagi eigur bjargalunnindi í Saksunarbjørgunum í felag við Svartá fyri uttan. Eisini hoyra fiskirættindi í Dalsánni, Saksunarvatni, Vatnsdalsvatni, í Gjónni og á Pollinum til festið.