Skemmugarður

Skemmugarður Skemmugarður er í 2020 skrásettur sum heimaframleiðari, skrásetingarnummar 20-143. Skemmugarður er fyritøka, sum framleiður føroyskan mat úr lokalum rávørum.

Vælkomin á síðuna hjá Skemmugarði 🌸🫶🏼

Skemmugarður er ein bóndagarður á Sandi 🧑🏼‍🌾
Vit framleiða stuttfluttar føroyskar hágóðsku vørur á garðinum 🇫🇴🐑

Eisini ber til at leiga summarhúsið í friðsælu, vøkru náttúruni inni í Traðardali 🏠 Høvuðsframleiðslan eru úrdráttir úr seyði, og eisini úr tilfeinginum í sjónum. Neyt og grønmeti keypa vit inn frá øðrum bóndum í Sandoynni, og víðarivirka hesar vør

ur til kundan. Bóndagarðurin Skemmugarður hevur verið í slektini í nógv ættarlið, og tí gera vit til dagligt nógvar vælsmakkandi servørur sum vit hava bygt okkum vitan upp um ígjøgnum mong ættarlið. Vit halda tað verða spell at onnur ikki fáa møguleikan at uppliva hesar vørur. Hetta, saman við ynskinum um at føroyingar eta stuttfluttan mat heldur enn mat sum tyngir umhvørvið við verða fluttur til Føroya úr øllum herðashornum á klótuni gerð, at vit hava sett okkum fyri at gera meiri burturúr vørum úr tilfeinginum vit hava um hendi dagliga.

24/04/2026

Vakrar myndir av lombum á Skemmugarði í Degi og viku í kvøld 😍
Bóndin á Skemmugarði greiðir í innslagnum frá lembingini sum nú spakuliga er byrjað 🐑🌼

13/04/2026

Tríggir raskir arbeiðsmenn á Skemmugarði💪🏼🇫🇴

12/04/2026

Í stormi og regni í gjáramorgunin, komu fyrstu lombini á Skemmugarði í ár 🐑🌼

Fjøllini í Hósvík gingin í hesum frálíka veðrinum í dag 🌤️⛰️Ærnar hava fingið heiligvág, so nú kunnu lombini bara koma 🐑...
04/04/2026

Fjøllini í Hósvík gingin í hesum frálíka veðrinum í dag 🌤️⛰️
Ærnar hava fingið heiligvág, so nú kunnu lombini bara koma 🐑💉

Fyrr í vikuni var hegnið gjørt aftur, so raksturin í dag eydnaðist avbera væl 🐑🔨

02/04/2026

Páska pylsur 🌼🇫🇴

29/03/2026

Ímillum ælini í dag 🌦️🐑🚜

22/03/2026

Lembingin nærkast, so nú verða ærnar forkelaðar eyka nógv 🐑🥰

14/03/2026

Várið er á veg 🌤️🌧️🚜

Skemmugarður ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, takk fyri tað brátt farna.🎅🎅🇫🇴
24/12/2025

Skemmugarður ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, takk fyri tað brátt farna.🎅🎅🇫🇴

Vit fáa gleði av føroysku ullini hvønn dag 🐏🇫🇴At fletta seyð merkir ikki bert, at ein framleiðir ótrúliga góðar matvørur...
27/09/2025

Vit fáa gleði av føroysku ullini hvønn dag 🐏🇫🇴

At fletta seyð merkir ikki bert, at ein framleiðir ótrúliga góðar matvørur. Á hvørjum flettum seyði er eisini eitt seyðaskinn, ið ikki fær líka nógv uppmerksemi, sum tað kanska burdi 🐑
Føroyska ullin er serstøk og kann brúkast til mangt og hvat 🧶

Vit á Skemmugarði hava roynt at givið føroysku ullini ein nýggjan samleika. Hetta hava vit roynt við at m.a. brúka ullina sum list í okkara heimi, og eisini við at brúka hana sum undirløg til heitar grýtur 🖼️🥰

Vit fáa gleði av føroysku ullini hvønn dag. Hon er ein partur av okkara gerandisdegi! 🐑🇫🇴

Vit á Skemmugarði selja føroyskan viðskera til kalda borðið! 🇫🇴🐑Eisini hava vit eina avmarkaða nøgd av skornari kjøtpyls...
23/07/2025

Vit á Skemmugarði selja føroyskan viðskera til kalda borðið! 🇫🇴🐑

Eisini hava vit eina avmarkaða nøgd av skornari kjøtpylsu fyri 55kr fyri pakkan 🤩

Vøran verður koyrd til dyrnar við keyp yvir 400kr 🇫🇴

Adresse

Traðardalur
Sandur

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Skemmugarður sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Skemmugarður:

Del