BÝARFESTI

BÝARFESTI Vit velta grønmeti🌱❤️ UM BÝARFESTI

Í 2017 bygdu vit 17 smáar urtagarðar í miðbýnum í Havn. Birgith Lassen
Tlf: +298 283004

Býarfesti byrjaði sum ein felagsskapur av fólki sum vildu velta í felag. Í 2024 byrjar Býarfesti at selja grønmetisspírar og annað sum skal gera tað lætt hjá fólki at velta grønmeti sínum egna hava.

Fyri góðum ári síðani spurdi Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, um hjálp til at skapa eitt grønt umhvørvi við vak...
14/05/2026

Fyri góðum ári síðani spurdi Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, um hjálp til at skapa eitt grønt umhvørvi við vakstrartunli og plantukassum uttanfyri Norðurlandahúsið.

Fyrsti tankin var at innflyta ein tunnil úr Hetlandi, men Gunn helt uppá, at tað hevði verið nógv meira spennandi at ment eina føroyska loysn, sum kundi tillagast okkara umstøðum - ein serføroyskan vakstrartunnil sum onnur eisini skuldu kunna ogna sær.

Tað gjørdist harvið ein nógv størri og truplari uppgáva enn upprunaliga ætlað😅

Men við hjálp frá nógvum dugnaligum fólkum eydnaðist tað okkum at fáa eina prototypu upp at standa. Úrslitið bleiv ein vakstrartunnil á 32 fermetrum, sum er bygdur úr endurnýttum rørum frá alingini hjá Bakkafrosti, og omanyvir løgdu vit serliga harðførar polycarbonatplátur.

Tunnilin hevur nú staðið í eitt ár og hevur í tíðarskeiðum veitt upp til 70% av salatinum, sum caféin í Norðurlandahúsinum hevur selt 🌱

Undir arbeiðinum hava vit lært nógv. Fleiri betringar skuldu til fyri at fáa tunnilin at rigga so væl sum gjørligt. Har hevur Articon verið sera hjálpsamt at veitt góða ráðgeving, og ein serlig tøkk til Rebekku Østerø, byggifrøðing, sum hevur leitt arbeiðnum við at tekna nýggja tunnilin. Rebekka eisini hevur nýhugsað alla prosessina soleiðis, at tunnilin nú er 70% bíligari at seta upp.

Tað besta við hesum tunlunum er, at teir kunnu leingja føroysku vakstrarsesongina, sum annars er sera avmarkað. Í einum vakstrartunli kanst tú dyrka grønmeti frá februar heilt inn í novembur, og um summarið kanst tú hava grønmeti, blomstir og fruktir, sum annars eru trupul at fáa at trívast her hjá okkum.

Hetta er eitt lítið projekt, sum nógv fólk veruliga hava lagt hjarta í, og um nakrar vikur verða fyrstu nýggju tunlarnir settir upp á Velbastað og á Strondum - vit gleða okkum so nógv at síggja teir taka skap og skapa lív, vøkstur og trivnað🌱

Adresse

Tórshavn

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når BÝARFESTI sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del