P/F Poul Michelsen

P/F Poul Michelsen P/F Poul Michelsen heldur til við Hoyvíksveg 74 í Havn. P/F Poul Michelsen virkar í trimum eindum: Sølueind, innkeypseind og fíggjareind.

Umleið 60 fólk starvast her við tí endamáli at vera virkin á føroyska matvørumarknaðinum, og soleiðis tryggja kapping, góðsku og fjølbroytni. Høvussætið umfatar køli -, frysti og turrgoymslu, bilkjallara, vaskipláss, tænastuverkstað, skrivstovur, matstova til 60 fólk og parkeringspláss til 14 lastbilar og 44 p-pláss til kundar og starvsfólk. Tá flutt var niðan á Hoyvíksvegin í 1979 var talan um ei

n bygning uppá 720 m2. Ídag er ráða vit yvir 6.000 m2. Gjørdar eru seinastu árini stórar íløgur í at økja og nýmótansgera goymsluumstøðurnar og flutningstól. Hetta fyrst og fremst fyri at liva upp til tey lógarkrøv sum eru sett til slíkt virksemi, men eisini fyri at tryggja kappingarføri við betri og bíligari rakstri.

Koyr á Føroyar! 🇫🇴
02/12/2025

Koyr á Føroyar! 🇫🇴

Vit ynskja okkara kvinnulandsliði allarbestu eydnu í Dortmund 🤾‍♀️🇫🇴

Koyr á Føroyar! 🤍💙❤️

14/11/2025

Vegna jarðarferðina hjá okkara kæra starvsfelaga, verður PM Heilsølan stongd í morgin, leygardagin 15. novembur 2025

12/11/2025

Vegna serligar umstøður er PM heilsølan stongd í dag 12. novembur 2025.

JÓLAPAKKATILBOÐIÐ 2025 🎁Aftur í ár selja vit teir vælumtóktu jólapakkarnar til fyritøkur og stovnar, sum eru fyltir við ...
10/11/2025

JÓLAPAKKATILBOÐIÐ 2025 🎁

Aftur í ár selja vit teir vælumtóktu jólapakkarnar til fyritøkur og stovnar, sum eru fyltir við alskyns matvørum.

Í faldaranum eru 7 jólapakkaloysnir, men til ber eisini, at samanseta pakkar eftir egnum ynski.
Ynskir tú at síggja faldaran, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 354650 ella senda ein teldupost til [email protected] 📞💻

19/10/2025
Frísk frukt til starvsfólki – eitt sunt ískoyti til arbeiðsdagin 🍎🍐🍌 Í fleiri ár hava vit veitt fríska frukt til arbeiðs...
16/10/2025

Frísk frukt til starvsfólki – eitt sunt ískoyti til arbeiðsdagin 🍎🍐🍌

Í fleiri ár hava vit veitt fríska frukt til arbeiðspláss kring alt landið – bæði almenn og privat arbeiðspláss 📦🍇🍊
Fruktin verður latin beinleiðis til starvsfólki, sum eitt regluligt og sunt ískoyti til arbeiðsdagin.
Fruktin er eitt einfalt, men virðismikið ískoyti, sum stuðlar undir eina betri heilsu, vælveru og trivna á arbeiðsplássinum.

💬 Vilt tú vita meira?
Ring til okkum á tlf. 35 46 50 – so finna vit eina loysn, ið passar júst til tykkara arbeiðspláss 😊

JÓLAPAKKATILBOÐIÐ 2025 🎁Til ber at bíleggja longu nú ❗️😊Aftur í ár selja vit teir vælumtóktu jólapakkarnar til fyritøkur...
01/10/2025

JÓLAPAKKATILBOÐIÐ 2025 🎁

Til ber at bíleggja longu nú ❗️😊

Aftur í ár selja vit teir vælumtóktu jólapakkarnar til fyritøkur og stovnar, sum eru fyltir við alskyns matvørum.

Í faldaranum eru 7 jólapakkaloysnir, men til ber eisini, at samanseta pakkar eftir egnum ynski.
Ynskir tú at síggja faldaran, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 354650 ella senda ein teldupost til [email protected] 📞💻

💥 KAPPING 💥—— Vinnarin gjørdist Liss Meinhardtsdóttir Sevdal. Hjartaliga til lukku við vinninginum, Liss 🌸 ——Tú hevur nú...
23/09/2025

💥 KAPPING 💥

—— Vinnarin gjørdist Liss Meinhardtsdóttir Sevdal. Hjartaliga til lukku við vinninginum, Liss 🌸 ——

Tú hevur nú møguleika at vinna ein PINK LEMONADU pakka 🤩

Drigið verður millum øll tey sum:

✔️ Viðmerkja: Faxe Kondi Pink Lemonada 🌸
✔️ Fylgja síðu okkara á Facebook

Vinnarin verður funnin mánadagin 29. septembur og fær beinleiðis boð 😀

22/08/2025

Skipað varð fyri grillhugna fyri starvsfólkunum í PM samtakinum og familjum teirra í dag 🌭🥩🥤🎈🥳

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku 🇫🇴
28/07/2025

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku 🇫🇴

Katrin Abrahamsen hevur havt seinasta starvsdag í dag  Vit høvdu eina hugnaliga fráfaringarløtu í dag, nú okkara Katrin ...
11/07/2025

Katrin Abrahamsen hevur havt seinasta starvsdag í dag

Vit høvdu eina hugnaliga fráfaringarløtu í dag, nú okkara Katrin fer frá vegna aldur.

Vit takka fyri gott samstarv og tíðina saman.
Bestu ynskir framyvir, góða Katrin 😊

Kjøtbúðin flutt í nýggj hølir hjá P/F Poul Michelsen Síðani 2005 hevur Kjøtbúðin húsast á Akranesgøtu, men er nú flutt i...
09/07/2025

Kjøtbúðin flutt í nýggj hølir hjá P/F Poul Michelsen

Síðani 2005 hevur Kjøtbúðin húsast á Akranesgøtu, men er nú flutt inn í nýggj hølir hjá PM heilsøluni, á Hoyvíksvegi 74 í Tórshavn.
Seinastu mánaðirnar hevur umbygging verið framd í hølunum hjá PM. Tað er byggifyritøkan Eysturlon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

Kjøtbúðin hevur síðani 1921 altíð lagt dent á tí bestu rávøruna. Síðani PM keypti Kjøtbúðina í 2014, hava vit hildið fast í virðunum og framleitt tær dygdargóðu og eyðkendu vørurnar, sum kundar okkara kenna og meta so høgt.

Vit fegnast um nýggju umstøðurnar og meta tær sum ein týðandi liður í menningini og tænastuni hjá PM-samtakinum.

Adresse

Hoyvíksvegur 74
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00
Lørdag 11:00 - 15:00

Telefon

+298 354650

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når P/F Poul Michelsen sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til P/F Poul Michelsen:

Del

Okkara søga

Dagliga virkið P/F Poul Michelsen heldur til við Hoyvíksveg 74 í Havn. Umleið 60 fólk starvast her við tí endamáli at vera virkin á føroyska matvørumarknaðinum og soleiðis tryggja kapping, góðsku og fjølbroytni. P/F Poul Michelsen virkar í trimum eindum : * Sølueind a. detail b. catering c. reingerð * Innkeypseind a. innkeyp og tollavgreiðsla b. goymsla c. logistikkur innan- og uttanlands * Fíggjareind

Høvuðssætið við Hoyvíksvegin Seinastu árini eru gjørdar stórar íløgur í at økja og nýtímansgera goymsluumstøður og flutningstól. Hetta fyrst og fremst fyri at liva upp til tey lógarkrøv sum eru sett til slíkt virksemi, men eisini fyri at tryggja kappingarføri við betri og bíligari rakstri. Høvussætið umfatar køli -, frysti- og turrgoymslu, bilkjallara, vaskipláss, tænastuverkstað, skrivstovur, matstovu til 60 fólk og parkeringspláss til 14 lastbilar og 44 p-pláss til kundar og starvsfólk. Tá flutt var niðan á Hoyvíksvegin í 1979 var talan um ein bygning uppá 720 m2. Í dag er hetta talið 5.200 m2. Flutningsfyritøkan P/F Atlas Føroyar og reingerðarfyritøkan P/F PM Pluss virka út frá høvuðssætinum við Hoyvíksvegin og er partur av dagliga virkseminum har. Høvussætið: Myndir frá gomlu heimasíðuni : móttøkan, tekningin, mynd í erva, nýggja goymslan frostgoymslan, + nýggjar (køligoymslan, rampurnar, garðurin aftanfyri, garagan