PM Heilsøla

PM Heilsøla P/F Poul Michelsen

STARVSLÝSING: Bilførari við stórum koyrikorti 🚚Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við stórum koyrikorti ti...
07/08/2026

STARVSLÝSING: Bilførari við stórum koyrikorti 🚚

Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við stórum koyrikorti til fulltíðarstarv.
Tú verður partur av okkara toymi og fær ábyrgd av at koyra og handfara vørur trygt og professionelt.

Vit vænta, at tú:

• Trívist væl við at møta tíðliga til arbeiðis
• Ert álítandi, røkin og tænastusinnað/ur
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
• Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
• Hevur royndir innan flutning, tó er hetta ikki eitt krav
• Koyrikort til kategori C er eitt krav

Vit bjóða:
• Eitt spennandi og fjølbroytt starv
• Góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
• Løn sambært avtalu og royndum

Kunning
Hevur tú áhuga í starvinum, kanst tú senda umsókn og CV á teldupost: [email protected]

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, Goymslu- og flutningsleiðari, á tlf. 764684 ella á teldupost [email protected].

Starvið verður sett skjótast til ber.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku! 🇫🇴
27/07/2026

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku! 🇫🇴

16/07/2026

Góður matur ger arbeiðsdagin enn betri 🍽️

Vit eru so heppin at hava ein dugnaligan kokk, sum hvønn dag syrgir fyri leskiligum og vælsmakkandi mati til starvsfólkini.
Kantinan er staðið har vit savnast til ein steðg og fáa nýggja orku til arbeiðsdagin 👏🏼

STARVSLÝSING: Arbeiðsforkvinna ella arbeiðsformaður til KjøtbúðinaKjøtbúðin søkir eftir einari arbeiðsforkvinnu ella ein...
24/06/2026

STARVSLÝSING: Arbeiðsforkvinna ella arbeiðsformaður til Kjøtbúðina

Kjøtbúðin søkir eftir einari arbeiðsforkvinnu ella einum arbeiðsformanni til framleiðsluna.
Tú verður ein virkin partur av dagliga arbeiðinum, samstundis sum tú samskipar arbeiðsuppgávurnar og tryggjar, at arbeiðið verður framt sambært galdandi reglum og mannagongdum.

Les meira um starvið her 👉 https://pm.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/10

Starvsfólkaútferð á Sandoynni ⛰️🥾👏🏼
21/06/2026

Starvsfólkaútferð á Sandoynni ⛰️🥾👏🏼

Hepni vinnarin av grillpakkanum gjørdist Ingvør Skaalum 🎉Takk til tykkum øll, sum luttóku í kappingini 🫶🏼Gott summar! ☀️
19/06/2026

Hepni vinnarin av grillpakkanum gjørdist Ingvør Skaalum 🎉

Takk til tykkum øll, sum luttóku í kappingini 🫶🏼

Gott summar! ☀️

🔥 KAPPING 🔥Nú er summarið her, og vit vilja tí burturluta ein rimmar grillpakka! 🌭🍔🥩 Tú kanst vinna grillmat fyri eitt v...
15/06/2026

🔥 KAPPING 🔥

Nú er summarið her, og vit vilja tí burturluta ein rimmar grillpakka! 🌭🍔🥩 Tú kanst vinna grillmat fyri eitt virði á 2.000 kr. 😍

Soleiðis luttekur tú í kappingini:
✅ Fylg síðu okkara á Facebook
✅ Dáma uppslagið
✅ Viðmerk, hvør tín yndis grillmatur er

🌭🍔🥩🍖

Vinnarin verður funnin fríggjadagin 19. juni og fær beinleiðis boð frá okkum 📩

Vit halda fram sum steypakappingarstuðul 🤝Hondbóltur gevur gleði, samanhald og góðar upplivingar, bæði á og uttanfyri vø...
20/05/2026

Vit halda fram sum steypakappingarstuðul 🤝

Hondbóltur gevur gleði, samanhald og góðar upplivingar, bæði á og uttanfyri vøllin. Steypakappingin savnar fólk, skapar spennandi løtur og styrkir felagsskapin í feløgunum - tí vilja vit fegin stuðla og gera okkara til, at karmarnir kring hondbóltin verða so góðir sum gjørligt.

Vit hava verið steypakappingarstuðul hjá Hondbóltssamband Føroya síðan 2015 og samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við steypafinalurnar 2030 🤩

Vit fegnast og gleða okkum til Faxe Kondi kappingin byrjar aftur í heyst 🤾‍♀️🤾

Faxe Kondi kappingin til 2030

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

Tað vóru Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu og Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, sum saman við landsliðsleikarunum Eliasi á Skipagøtu og Rannvá Olsen, hittust undan dystinum, har sáttmálin eisini var undirskrivaður.

– Gunn Ellefsen viðmerkir, «samstarvið um Faxe Kondi kappingina hevur riggað sera væl og er ment so líðandi í felag. Hvørt ár merkja vit ein serligan spenning millum leikarar og hondbóltsfjepparar upp til steypafinalurnar. Familjur, ung og gomul leita sær í høllina at heppa uppá okkara dugnaligu leikarar, sum sleppa at skína í besta kastljósi.»

– “Í dag heppa vit uppá manslandsliðið Við Tjarnir, men eg haldi eg tori at siga, at eg havi sæð flestu av hesum leikarunum í onkrari steypafinalu upp í gjøgnum árini, tað veri seg hjá ungdóminum ella teimum vaksnu, sigur Gunnar Mohr. “Tað er hugaligt at síggja, hvussu langt teir eru komnir, har teir flestu spæla, ella hava spælt uttanlands, og her hava steypafinalurnar eisini verið eitt stig á hondbóltsleiðini»

Steypafinalurnar 2027 vera vikuskiftið 19. – 21. februar.

Faxe Kondi Føroyar

Starvslýsing: Skrivstovufólk til KundatænastunaVit leita eftir einum fyrikomandi og skipaðum skrivstovufólki til Kundatæ...
12/05/2026

Starvslýsing: Skrivstovufólk til Kundatænastuna

Vit leita eftir einum fyrikomandi og skipaðum skrivstovufólki til Kundatænastuna. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi har vit leggja stóran dent á trivnað, gott samstarv og eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og hjálpast at í gerandisdegnum.

Les meira um starvið her 👉 https://pm.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/9

Adresse

Hoyvíksvegur 74
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00
Lørdag 11:00 - 15:00

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når PM Heilsøla sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del